Útsýni

 

Foto, Oddfríður Marni Rasmussen

Foto, Oddfríður Marni Rasmussen

 

í morgin fari eg at lata

kamarshurðarnar upp á víðan vegg

 

og vísa mínar gloymdu veggjamálningar

sum skulu lýsa hjartabrotna óttan

 

sum eg fekk sprændan inn í æðrarnar

tá ið rørini typtust

 

við øllum teimum ódroymdu

dreymunum har sløgini

 

noktaðu mær atgongd

til slitnu blóðaldurnar

 

sum steðgaðu uttan fyri

vindeyga í vinstra hjartakamari

 

Oddfríður Marni Rasmussen 

Fólkið í Føroyum

DSC05152

Eg síggi Nelson Mandela fyri mær,

Har hann stendur á einum

Fullsettum leikvølli og summir áskoðarar

Tveita bananir eftir honum, tá ið hann ger seg kláran

At halda sína røðu, ið byrjar við orðunum:

We the people of South Africa.

Eg síggi hann fyri mær

Stoltur og fastur í orðum sínum

 

Tá ið eg hugsi um hetta,

Gerist eg keddur

Og einsemi kemur sum ein

Sandstormur og kvalir meg

 

Hví tosar ongin í mínum landi um

Okkum fólkið í Føroyum?

Hví tosar ongin við virðing um okkum,

Fólkið í Føroyum?

Vit sum hava ofrað lívið,

Hava grátið og bløtt

Av líkasælu,

Hava lagt tíðina á hillina

Og tankarnar inn í sjónvarpið,

Har undirhaldið sissar okkum

Í óskaparligan tjóðarsvøvn.

Hví tosar ongin um okkum,

Fólkið í Føroyum?

Hví?

 

Oddfríður Marni Rasmussen

21 gramm

Billede 081

Tað sigst,
at tá ið eitt menniskja andar út
fyri seinastu ferð,
fer sálin
út við seinasta andanum,
og tá verður kroppurin 21 gramm lættari.
So mikið vigar sálin
ella psykan
ella hvat vit vilja kalla henda rútin
millum verðina
og veruna.
21 gramm.
21 gramm ljóðar ikki av nógvum.
Heilin vigar umleið 1400 gramm,
eini 65 ferðirnar meir enn sálin,
og í hann passar øll verðin
sum vit vilja skilja hana.
Hjartað vigar eini 300 gramm,
og hjartað sigst merkja ógvusliga pínu,
tá ið sálin er tyngd við tungum sløgum.
Tungan vigar umleið 70 gramm,
og kann hon støkka
bæði hjarta og sál
sundur í túsund petti,
ið ongantíð aftur finna saman
í eina sólarheild.
Tveir bótarmolar viga
eisini 21 gramm.
Sálarbótamolar.
Um sálin vigar 21 gramm,
og hon er bótin í kroppinum,
so er hon ein samankroystur,
sterkur partur av menniskjans lívi.
Ella hvat?
Hvussu sterkt er eitt menniskja,
sum ikki orkar at lyfta sítt tunga lyndi?
Ógvuliga sterkt!
Eg hevði ikki orkað
at borið eitt tungt lyndi.
Til tað eri eg alt ov veikur.
Tá ið tey 21 grammini
følast sum fleiri tons,
og tey fara at rúka
og rámur roykur stendur frá sálini
og ongin vil nærkast henni,
ongin vil taka um hana,
tí øll ræðast sín egna atburð
og teg,
tá krevst ein ómenniskjalig styrki.
Men tú er verdur at elska,
hóast rúturin inn í sálina er skitin,
brotin
ella tín sál er
tyngd
við túsund tungum tonkum
og ikki minnist,
at hon einaferð vigaði einans 21 gramm
– ikki meir enn seinasti andin,
ið verður latin.
21 gramm
meir enn skuggin,
sum sólin seigliga flytur
undan gravsteininum.
Rekaviðurin, sum rekur
oman eftir vitskunnar fossi
er
hann, sum
eg
sjálvur
rekist á.

Vatndrigin, legst vónin
at piða millum ryggjageislarnar,
og úr vatnskininum
hoyrist veingjalátur,
tá              eg          lati eyguni upp
og andi inn
luktin av roti.

Oddfríður Marni Rasmussen 

Vælkomin

DSC03639

Oddfríður Marni Rasmussen er føddur 22. februar í 1969. Soleiðis stendur nógvastaðni, og tað er helst satt. Tó, so er tað ikki heilt satt. Tá ið eg var eini sjey ára gamal, fór mamman við mær á landssjúkrahúsið, ella hospitalið sum tað tá æt, eg skuldi kannat fyri okkurt, veit ikki rættiliga hvat. Sjúkrasystirin kom inn við sjúkradagbókini. “Tú misti eitt barn 22. februar í 1969,” segði hon við sinniligari og royndari rødd. “Tað er ein stórur abortur, tí hann situr her,” segði mamman við eins sinniligari og royndari rødd sum sjúkrasystirin. Báðar hildu, at hetta kanska kundi koma mær til góðar seinni í lívinum. Tað kann væl vera, at tær hava rætt, at eg onkuntíð uppføri meg sum var eg sjey ár yngri og onkuntíð uppføri eg meg sum var eg 44 ár.